Kom í lestrarstarv hjá okkum í Betri Trygging!

Betri Trygging


Ert tú lesandi og komin nakað áleiðis við útbúgvingini? Droymir tú um eitt fakliga viðkomandi lestrarstarv? So ert tú heppin, tí Betri Trygging leitar nú eftir trimum starvslesandi til ávikavist Marknaðadeildina, KT og Talgilding – og Hagtøl og greining á Fíggjardeildini

Um teg: Tað týdningarmesta er, at tú dugir at finna loysnir, arbeiða sjálvstøðugt og at tú ert íðin eftir at læra. Tú fert at hava nógv samband við onnur starvsfólk, og tí mást tú hava eitt jaligt lyndi, góð samstarvsevni og duga at byggja góð sambond.

Tín útbúgving má eisini vera viðkomandi fyri okkara virksemi – bæði so at tú fært okkurt munagott burturúr, og so at vit eisini kunnu læra okkurt av tær.

Lestrarstarv á Marknaðardeildini

Á Marknaðardeildini starvast fýra fólk, og vit hava tætt samstarv við hinar deildirnar í felagnum og við veitarar uttan fyri húsið.

Tú ert undir lesnaði, sum er viðkomandi fyri breiða økið á Marknaðardeildini.

Tínar uppgávur, sum bæði verða loystar sjálvstøðugt og saman við øðrum, verða eitt nú at:

· Taka ímóti og avgreiða dagligar fyrispurningar á deildini
· Hjálpa til við kampagnum og átøkum
· Vera við í kreativa arbeiðinum
· Røkja sosialu miðlarnar
· Samskipa tiltøk
· Hjálpa til við fyrifallandi uppgávum á deildini

Vit tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónhild Rasmussen, Marknaðarstjóra, á 345570

Lestrarstarv á Fíggjardeildini – hagtøl og greining

Á Deildini fyri hagtøl og greining eru fáir dagar eins. Gerandisdagurin snýr seg um at loysa uppgávur og svara spurningum frá starvsfeløgum við at finna og gera hagtøl. Ein av høvuðsuppgávunum verður – saman við tveimum hagtalsgreinarum – at menna Business Ingelligence-frágreiðingar, gera ad-hoc greiningar og umsita og menna datavøruhús okkara.

Tú lesur KT, búskaparfrøði ella annað, har data, greiningar og/ella databasur eru ein partur av gerandisdegnum. Vit kundu hugsað okkum, at tú:

· hevur góðar førleikar í MS-SQL og Excel
· Dugir at umseta fløkjasliga vitan úr tølum til lætt skilligt tilfar – skrivliga, munnliga og visuelt.
· Ert forvitin eftir at seta teg inn í eitt BI-amboð sum PowerBI ella Tableau.
· Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til forritan, t.d. Python ella VBA

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Joensen, Fíggjarstjóra, á 348577.

Lestrarstarv á KT og Talgilding

Á KT og Talgilding fært tú átta dugnaligar starvsfelagar. Uppgávurnar á deildini fevna um at menna og reka skipanir, umframt ráðgeving, support og trygd. Samstarvið við aðrar deildir og uttanhýsis KT-veitarar er tætt.

Tú lesur KT, AI, data science, støddfrøði, fysik, verkfrøði ella annað, har data, greiningar og forritan eru ein partur av gerandisdegnum. Mest týðandi er tó áræðið, forvitnið og passiónin fyri KT.

Lesur tú uttanlands, kanst tú arbeiða á netinum.

Tú fert eitt nú at arbeiða við:

· At innsavna dátur og umskapa tær til vitan
· At menna algoritmur, sum kunnu taka avgerðir
· At greina, lýsa og automatisera prosessir
· KT-verkfrøði og KT-arkitekturi

Vit tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Bendtsen, Leiðara á KT & Talgilding, á 348529.

Á øllum deildum bjóða vit:

· Eitt spennandi og mennandi lestrarstarv, har eingir arbeiðsdagar eru eins, og har tú kanst menna teg innan títt fakøki.
· Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
· Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.
· Starvstíð á umleið 7-14 tímar um vikuna. Í felag finna vit útav, hvat hóskar best til tín lesnað og gerandisdag annars.

Samband:

Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi mánadagin 15. januar kl. 12:00.

Hevur tú spurningar annars, kanst tú seta teg í samband við Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 34 85 75.

Vilt tú vita meira um Betri Trygging, kanst tú lesa á trygging.fo – vel “Um okkum”- og á sosialum miðlum.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.



Les meira